Leygarkvøldið verður ein nýggj útvarpssending at hoyra á Rás2. Tað eru útisetar, ið bjóða lurtarunum eitt festiligt leygarkvøld við undirhaldi, práti og tónleiki av ymsum slag.
Sendingin hevur fingið heitið Ghetto Kvøld.
Í hesi fyrstu sendingini verður millum annað frískt kjak um javnastøðu og menn.
- Fríggjadagin er tað Kvinnudagur, og tað fer at seta dám á sendingina. Vit fara eitt nú at práta við Anniku Hoydal. Hon var jú ein kontroversiell kvinna í 70'unum, og hon hevur nógvar tankar um, hvussu javnstøðukjakið hevur broytt seg frá 70'unum og fram til í dag, sigur Barbara Holm.
Haraftrat verður eitt pallborð mannað av ungum útisetum við í sendingini, og hesi skulu siga sína hjartans hugsan um javnstøðu og um menn í hesum javnstøðudøgum.
Eisini fáa útisetarnir vitjan av Eivør Pálsdóttir og okkurt yvirraskilsi verður somuleiðis á skránni leygarkvøldið.
Tað eru Eydna Skaale, Búgvi Øster og Barbara Holm, sum eisini vóru við í Ghetto Føroyum, ið manna nýggja danska útvarpstoymið hjá Rás2. Aftrat teimum er komin kendi sjónvarpskokkurin, Gutti Winther.
Sendingin verður send einaferð um mánaðin, og verður hon send frá ymiskum hølum í Keypmannahavn. Fyrsta sendingin verður send úr Oyrasundsnæmingaheiminum, og latið verður upp fyri, at áhugað kunnu koma framvið og hugna sær.
- Vit vilja skapa eitt event fyri føroyskar útisetar, har tey fáa møguleikan at uppliva føroyskan tónleik, siga sína hugsan um nøkur evni, og fáa eitt stuttligt kvøld saman við okkum, sigur Barbara Holm.
Ghetto Kvøld verður send leygarkvøldið 9. mars frá klokkan 20.00 føroyska tíð og fram til klokkan 22.00