Tað feita við Undirbeat, umframt lekran tónleik er, at fólk eru frí at vera so, sum tey eru; at lata seg í, sum tey vilja; at dansa akkurát, sum teimum lystir. Og so er tað stuttligt! Nú kann mann uppliva alt hetta uppaftur meira til Grýlubeat um vikuskiftið
Leygarkvøldið kann mann ganga totalt amokk við klædnastýli og dansispasmu. Tað er føstulávint, og sjalvandi er Undirbeat á skránni og bjóðar fólki møguleikan at útfolda seg til tað ekstremasta. Tað er enntá ein ágóði til tey svøku, sum ganga allan vegin og møta upp sum grýlir. Tey sleppa nevniliga inn fyri 50kr! Hini mugu gjalda 100kr...
Spencer Jones (Rólant av Reyni) og DJ Knýtil (Knút H. Eysturstein) leggja tónleik til hetta kvøld. Sálvt um tað mesta verður nýtt og cutting edge, syrgja teir eisini fyri, at einum ikki nýtist at mala púra ørkymlaður á dansigólvinum. Á skránni hava teir frekastu rútmurnar í altjóða elektro songbókini, og leskiligar retro bitar úr farnum áratíggjum og tíðarskeiðum.
Undirbeat - leygarkvøldið 2. feb - kl 24 til 04 - Kostnaður 100kr, 50kr fyri grýlir - 18 ára aldursmark!










