Leygarkvøldið 28. februar, er sangkvøld í Filadelfia, Gøta.

Leygarkvøldið er enn einaferð høvi at vera við til vælumtøktu sangkvøldini, sum hesuferð er í Filadelfia í Gøtu.

Høvuðsdenturin verður lagdur á góðan felagssang.

Solosangur er eisini á skránni.

Á skránni verða sangir so sum - Eitt er landið so ljóst og so gott og Syng um Jesu undurfulla kærleik.

Alt kendir sangir, sum eru sungnir ígjøgnum fleiri ár.

Eisini fleiri nýggjari sangir eru á skránni, t.d. Eldast ei har.

Tað er enn einaferð Jóannes S. Hansen sum hevur savnað einar 10 tónleikarar saman til kvøldið.

So uttan iva kann kvøldið gerast eitt sang- og tónleikauplivilsi.

Aftaná sangløtuna verður boðið til kaffi og te við onkrum leskiligum afturvið.

Kvøldið byrjar kl 19.30.