Komandi leygarkvøld eru tað Brynjolvur á Heygum og Sunneva H. Eysturstein, sum ávikavist kalla seg B.A.B.Y og Mrs. Duplo, ið skulu skapa stemningin til Undirbeat.
Brynjolvur, aka Bryn, aka B.A.B.Y, kom fram sum DJ á Ground Zero á G! Festivalinum í fjør.
Hann er ein av hugskotsgevarunum til Undirbeat átakið og hevur, síðani tað byrjaði, verið trúfastur tilhangari av og DJ til Undirbeat. Seinasta hálva árið hevur hann búð í Danmark. Undir DJ heitinum B.A.B.Y hevur hann tikið seg heilt fitt fram í Keypmannahavnska tónleikaumhvørvinum.
Nú lovar hann við egnum orðum eitt mega ball, sum hann ætlar at borðreiða við saman við Mrs. Duplo.
Mrs. Duplo var seinast á Undirbeat pallinum í februar, og er sostatt uberfrísk til at koyra við nýggjari orku eins væl og nýggjum tilfari.
Hon er komandi tíðina bókað til fleiri gigg, bæði stór sum smá, og skal m.a leggja tónar til ein stóran part av ´Sex and the City-ballinum´ í høllini á Hálsi um góðar tvær vikur. Tað er kanska ikki tað allarkulasta, men seksut og raffinerað er tað í hvussu er. Júst sum hon sjálv og tónar hennara.
Við sínum orkumikla rútmukokkteyli fer hon uttan himpr at fáa stemningin í loft og lovar at gera sítt til, at øll á staðnum leygarkvøldið sleppa at sveitta minst 500 gramm av vætu í part.
Undirbeat - leygarkvøldið 24. mai frá kl 00 til 04 - kostnaður 100 kr - 18 ára aldursmark - www.undirbeat.com