Skráin fyri Føroya Sjómannadag í Klaksvík byrjar longu í dag, tá sjómanssøgur og sjómansvísur verða í Atlantis. Í morgin eru eisini nøkur tiltøk á skránni, og tá gerst Bátasavnið í Leirvík partur av skránni. Fríggjadagin er tað serliga fiskivinnuráðstevnan, sum er á skránni. Tey nógvu tiltøkini og tann stóra skráin verður ikki fyrr enn leygardagin, sum er dagurin, tá væntandi er, at hópur av fólki fara at streyma til Klaksvíkar. Ikki minst, tí hendan dagin verður eisini ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði. Skráin fyri leygardagin er rættiliga rúgvusmikil og áhugaverd. Tað, sum eyðkennir hendan dagin, eru tær kappingar, sum skipað verður fyri – eisini føroyameistarakappingar í eitt nú trolbøting, at vinda hespur upp í noða, í sjómanstaki, at kasta fanglínu, at halda dreggi, í kelving, at skera agn – og í egning. Hetta eru vælskipaðar og spennandi kappingar, sum hava savnað nógv fólk hini bæði árini, Føroya Sjómannadagur hevur verið hildin. Hópur av øðrum tiltøkum eru eisini á skránni leygardagin, og tað er eisini hendan dagin, at stevnan verður sett av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø. Kappingar eru eisini í togtogan millum skipsmanningar, og grindahvalir verða skornir upp á bryggjuni. Á skránni leygardagin verður eisini bjargingarroynd, og finala verður í SkipaQvistini. Leygarkvøldið verður ókeypis dansur á Stangarbrúnni – ”dans på brygga”, sum tað verður rópt. Fólkadansur verður sýndur, og undirvíst verður eisini í línudansi.