Tað eru 22 hitastig í Keypmannahavn, og sólin skínur oman og niðan á Amager Strand, ímeðan annar og seinasti dagurin á MíttLand júst er farin av bakkastokki.
Tað er Jógvan Zachariassen, ið sum tann fyrsti í dag júst er farin á pallin her á MíttLand. Saman við Rúna Lómstein, fer Jógvan Zachariassen at hugleiða um tónleik og um hvat liggur aftanfyri tónleikin. Hóast hann ikki fer at hava eina beinleiðis konsert, so fer hann, meðan hann hugleiðir, at spæla upp á fagot, ímeðan Rúni Lómstein spælir klaver.
Hóast veðrið er av tí allar besta, eru tað ikki nógv fólk í eru møtt upp til startskotið á MíttLand í dag. In.fo vildi metta at tað eru líka undir 100 fólk á MíttLand í løtuni, men av tí at hesin dagurin á festivalinum júst er farin í gongd kann ein rokna við at fleiri fólk koma sum dagurin líður.