Leygardagin verður turt

Tað streymar framvegis køld luft við vetrarælum inn yvir Føroyar. Men sum frá líður byrja brúgvaløg at troka seg inn av útsynningi og fríggjadagin fer eitt brúgvalag yvir Føroyar, sum hevur lýggjari luft við sær. Veðrið verður støðugari um vikuskiftið, men seint sunnudagin verður tað aftur óstøðugt, tó framvegis lýtt.

 

Ì morgun er andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, men seinnapartin makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella regnæl og hitin millum 3 og 6 stig. Fríggjanáttina øtlar hann vindin til andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og partvís klárt og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Fríggjadagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, men makar vindin út á dagin. Skýggjað og regn av útsynningi. Um náttina snarar hann í ein útsynning og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, men sum dagurin líður makar hann vindin og snarar í ein sunnan og landsynning. Tað verður turt og sólglottar og hitin um 7 stig, um náttina skýggjað og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt bil regn av suðri og hitin um 7 stig. Sum náttin líður makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, men móti morgni klárar í. Hitin verður um 5 stig.

 

Mánadagin gul til stívt andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein landnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin alt samdøgrið um 7 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s og yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin milum 6 og 9 stig, um náttina um 5 stig.