Leygardagin sigur FM1 frá fimm steypahálvfinalum

Sagt verður frá øllum hálvfinalunum hjá kvinnum og monnum í flogbólti, og frá seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni VÍF-Kyndil, kvinnur

Onnur ár hevur sameksistensurin millum flogbóltin og hondbóltin verið betur, har hálvfinalurnar í steypakappingunum í flogbólti og hondbólti hava verið leiktar ymiskar dagar.

Hetta er tíverri ikki galdandi í morgin, har fýra steypahálvfinalur í flogbólti og tvær seinnu hálvfinalur í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum verða leiktar.

Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:
 

KVINNUR:

Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR 

MENN:

Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF

Í annaðkvøld verða seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum. Báðir byrja klokkan 18. VÍF tekur móti Kyndli í Vestmanna, og Neistin tekur móti H71 í høllini á Hálsi í Havn. Bæði H71 og VÍF vunnu fyrru hálvfinaluna við sama úrsliti, 24-19.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum hálvfinalunum í flogbólti saman við góðum viðmerkjarum. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum í Vestmanna. 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.