Leygardagin seta suðuroyingar hol á valstríðið

Tá sleppa veljarar sleppa at hitta topp-politikarar úr øllum flokkum

Leygardagin seta suðuroyingar av álvara hol á valstríðið, nú tvey val eru í næstum, bæði fólkatingsval og løgtingsval.

Tað hendur tá ið politisku vælfeløgini í Suðuroy skipa fyri fólkafundi í Salt á Drelnesi leygardagin frá klokkan tíggju á morgni til seinnapartin klokkan fimm.

Tey siga í tíðindaskrivi beint nú, at leiðandi politikarar úr øllum flokkum eru við, og tað eru umboð fyri politisku ungmannafeløgini somuleiðis

Endamálið við fólkafundinum er at geva veljarunum høvi til at hitta politikaran á jøvnum føti og á fundinum fara tey at viðgera ymisk mál, sum eru uppi í tíðini, og tað verður eisini høvi hjá veljarunum at spyrja politikarar um mangt og hvat.

Dagurin endar við pallborðsfundi, har floksformenninir sita við pallborði, men áðrenn tað vera ymsar framløgur og kjak.