Leygardagin koma jólaskipini

Bæði í Runavík og í Havn koma jólaskipini leygardagin.

Tað er vorðið ein hugnalig jólasiðvenja, at fleiri býir í landinum halda stórt jólatiltak um miðskeiðis í desember mánaði.

Talan er um løtuna, tá ið jólaskipini koma inn á ymisku havnirnar, fylt við jólamonnum og góðgæti til børnini. 

Leygardagin kemur jólaskip inn á Havnina og Runavík. 

 

Klokkan 15:00 leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka. Tað er Thorshavn, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at síggja øll børnini taka í móti í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka og í Vágsbotni.
GHM spælir jólatónleik, og jólamenn ganga í býnum, skrivar Visit Tórshavn á Facebook síðuni fyri tiltakinum. 

 

Í Runavík vitjar jólaskipið Gomul Jól í Heiðunum klokkan 17.00, og fyriskipararnir siga, at Nes Sóknar Musikkfelag spælir. 

 

 

Myndin er av jólaskipinum, sum kunningarstovan í Runavík eigur.