Leygardagin doyði elsta fólk í Noregi

- Uppskriftin upp á eitt langt lív er at halda seg frá tubbaki og brennivíni, segði kvinnan, sum gjørdist 110 ár.

 

Hin 23. mai doyði elsta fólk í Noregi, Petra Høgetveit, sum fylti 110 ár hin 3. apríl í ár. Petra Høgetveit varð fødd í 1910. Hon vaks upp saman við foreldrum sínum, sum vóru úr Stange - og fýra systkjum.

Ein av størstu avbjóðingunum hjá familjuni var, tá spanska sjúkan kom til Noregs. Tá lógu hennara fýra systkin og pápin á song í fleiri vikur. Sjálv noyddist hon tá sum átta ára gomul at hjálpa mammu síni við teimum sjúku.

- Til alla lukku yvirlivdu øll sjúkuna, sigur 86 ára gamli sonur Petru Høgetveit, Sveinung Høgetveit, við VG.

Tað var, tá Marie Antonette Andersen doyði í februar í ár, at Petra Høgetveit gjørdist elsta livandi fólk í Noregi. Í einari samrøðu við TV2.no fyrr í ár segði hon, at uppskriftin upp á eitt langt lív er at halda seg frá tubbaki og brennivíni.

##med2##