Leygardagin byrja jólini í Runavík

Har verða bæði jólamenn, musikkur og sangur

Jólatrøini í Runavíkar kommunu verða tendrað umleið fýra vikur undan jólum og tað verður hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Jólamenninir koyra runt í brandbilinum og teir hava jólapakkar til børnini. Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað leygardagin og sunnudagin og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla tá ið jólatrøini verða tendrað, og røður verða hildnar.

 

Leygardagin verða trøini í Runavík, á Skála, á Skálafirði og í Oyndafirði, tendrað. Fyrireikararnir siga, at í serstøku jólabygdini, Æðuvík, verður træið eisini tendrað leygadagin. Sunnudagin verða so trøini í hinum bygdunum, tendrað.