Almenna søgan um luksusbilin Lexus er tann, at fyri 17 árum síðan savnaðust nakrir Toyota stjórar til ein loyniligan fund, har teir samdust um at gera ein luksusbil sum skuldi kappast við heimsins bestu bilar
Bilar
Magnus Gunnarsson
Á Detroit Auto Show í 1989 varð fyrsti Lexus LS400 sýndur fram. Fyrsta árið vórðu seldir meira enn 40.000 Lexus bilar í USA. Fólk, sum vóru blivin troytt av Cadillac og Lincoln, fingu her ein bil, sum ikki einans var sera haldgóður, men ein bil har tænastustøðið var so høgt sum tey ikki áður høvdu sæð makan til. Um bilurin skuldi á verkstað, bleiv hann skjótt og væl umvældur, vaskaður, bunkraður og settur í túnið ella inn í bilskúrin. Hetta var ein av grundunum til ta sera stóru framgongdina hjá Lexus.
Ljóðleysur luksusbilur
Eftir stuttari tíð var Lexus ein tann mest seldi luksusbilurin í USA. Bilurin var eisini nakað heilt fyri seg, rúmligur og sera vælgjørdur við einum næstan ljóðleysum V8 motori. Lítil og eingin munur var á ljóðinum, um bilurin koyrdi við 50 km/t inni í býnum ella við 210 km/t á motorvegnum, har Lexus veruliga kom til sín rætt.
Innan er LS430 líka rúmligur sum Mercedes S-klassin í tí longru útgávuni, uttan at bilurin er vorðin størri. Eisini er alt, ein kann ynskja sær, við panelum úr kaliforniskum valnøtutræ, og fínasta slag av leðursetrum, umframt næstan alla elektronisku tøkni, sum man kann vænta í hesum klassanum. Prísurin á LS430 er ikki ásettur enn, men tá tann nakað minni Lexus GS 430 kostar eina millión í Danmark, kostar hesin ikki minni.
Kelda: Bilen Motor & Spor