Lexus IS 250 var tann flottasti

Á bilaframsýningini í ítróttarhøllini í Runavík, sum svimjifelagið “Flot” skipaði fyri í vikuskiftinum, kundu tey vitjandi atkvøða um tann flottasta bilin á framsýningini.

 

Bilurin sum vann var ein Lexus IS 250 á básinum hjá Reyni Service. Í hesum sambandi fingu teir eitt steyp til ognar.