Lewis Hamilton nærkast gullinum

Hóast veðurguðarnir høvdu hótt við regnið og toru í tíðarkoyringini, so var turt á Sinopec breytini í Shanghai allan tíman meðan tíðarkoyringin var. Men forsøgnirnar fyri siga at 80% møguleiki er fyri regnið, tá koyringin verður í morgin.

 

Áðrenn hesa koyringina er Hamilton 12 stig frammanfyri liðfelagan Fernando Alonso í kappiningini um HM, og við einans 20 stigum eftir at kappast um, kann Hamilton, við ikki at enda meira enn eitt pláss aftan fyri Alonso í morgin, gerast tann fyrsti formil 1 koyrarin nakrantíð, ið gerst heimsmeistari, fyrsta árið hann koyrir. Hann verður samstundis yngsti heimsmeistarin nakrantíð.

 

Eftir tíðarkoyringina er Hamilton uppaftur nærri hesum dreymi, ikki nóg mikið við, at hann fekk fremstu byrjunarstøðu, men Alonso fekk einans fjórðu byrjunarstøðu aftan fyri Ferarri koyrararnar Kimi Räikkönen og Felipé Massa. Ferrari bilurin sær sera skjótur út hetta vikuskiftið, tí verður trupult hjá Alonso at gera um seg.

 

David Coulthard á fimta plássi og Mark Webber á sjeynda plássi, vístu at góða úrslitið hjá Red Bull í Japan ikki var av tilvild, og tað tykist, sum Adrian Newey teknaði bilurin endiliga byrjar at vísa sítt potentiali, hetta boðar gott fyri komandi kappingarár.

 

 

 

Byrjunarstøða Koyrari Lið

1 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes

2 Kimi Räikkönen Ferrari

3 Felipe Massa Ferrari

4 Fernando Alonso McLaren-Mercedes

5 David Coulthard Red Bull-Renault

6 Ralf Schumacher Toyota

7 Mark Webber Red Bull-Renault

8 Nick Heidfeld BMW

9 Robert Kubica BMW

10 Jenson Button Honda

11 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

12 Sebastian Vettel STR-Ferrari

13 Jarno Trulli Toyota

14 Heikki Kovalainen Renault

15 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

16 Nico Rosberg Williams-Toyota

17 Rubens Barrichello Honda

18 Giancarlo Fisichella Renault

19 Alexander Wurz Williams-Toyota

20 Takuma Sato Super Aguri-Honda

21 Adrian Sutil Spyker-Ferrari

22 Sakon Yamamoto Spyker-Ferrari