Tað nærkast alsamt til flytingargluggin í Premier League letur upp, og tað byrjar at merkjast á teimum evropeisku ítróttarmiðlunum.
Týska blaðið "Sport Bild" skrivar nú, at Manchester United roynir at lokka framúrskarandi framherjan hjá Bayern München Robert Lewandowski til Old Trafford við tilboðnum um eina risaløn. Spurningurin er so um Robert Lewandowski vil siga frá sær møguleikan at spæla Champions League, og heldur ferðast við Manchester United til Herning at spæla ímóti FC Midtjylland í Europa League kappingini?
Manchester United er í stórari skoringskreppu, og tí vil leiðslan í felagnum kýta seg langt fyri at knýta ein spælara at felagnum, sum kann loysa upp fyri hesum trupuleikunum.










