Lewandowski ikki til München

Tað hevur vakt ans í Premier League, at Borussia Dortmund hevur forða fyri einum skifti hjá Robert Lewandowski í summar til Bayern München.

 

Tað sá annars út til, at Lewandowski skuldi fáa sítt »dreymaskifti« til europeisku meistararnar Bayern Müncehn, men forsetin í Dortmund, Hans-Joachin Watzke er avgjørdur um, at hann ikki sleppur at skifta til beisku kappingarneytarnar.

 

- Lewandowski skiftir avgjørt ikki til Bamyern München í 2013. Og tað er endaligt, segði Watzke við týska ítróttablaðið, Bild.

 

Tað kann bara merkja, at Lewandowski skiftir komandi summar, tá sáttmálin rennur út, men tað kann eisini merkja, at Manchester United kann fáa ein hin mest ynskta leikaran í Europa.

 

United hevur áður víst áhuga í póllendinginum, men spælarin sjálvur hevur heldur vilja gingið í fótafetunum hjá Mario Götze til München.

 

Manchester City og Chelsea kunnu eisini hugsast at liggja fram við.