TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við málmansveteranin hjá StÍF, Levi Nybo aftaná Levi og liðfelagarnir høvdu tapt 24-28 (12-14) ímóti Neistanum í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Ein dystur, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn. Seinna hálvfinalan verður spæld í høllini á Skála, sunnudagin klokkan 19.
Levi Nybo ásannar, at tað gekk ikki optimalt hjá StÍF í kvøld, og hann samanfatar orsøkirnar til hetta við at staðfesta, at strandingar gjørdu ov nógv mistøk, og brendu ov illa í upplagdum støðum.
Hann viðgongur eisini, at góða verjuspælið hjá Neistanum fekk demmað upp fyri Sveini Justinussen í fleiri førum.
Levi Nybo ger greitt, at StÍF má gera tað munandi betur í seinnu hálvfinaluni, um tað skal eydnast teimum at vinna seg í steypafinaluna.