Levi verður ikki við

Tá ið meistararnir í EB/Streymi í fyrsta umfari vunnu trivaligan 4-0 heimasigur á 07Vestur, tóktist tað sum um, at FM vinnararnir løgdu fyri, har teir sleptu í fjør, og at tað hjá uppflytarunum fór at verða so torført, sum tað plagar at vera hjá teimum, ið eru flutt upp.

 

Síðani hevur gongdin ikki akkurát verið, sum tað kundi verið roknað við. Hjá EB/Streymi kom stígur í, og hóast 07 Vestur er á niðurflytingarplássi, so hava vágamenn skavað stig saman. Arnbjørn Hansen, sum var tvífaldur málskjútti í fyrsta umfari, er framvegis uttanfyri, men nú hevur tað roynst betri hjá sundalagsmonnum. Tølini siga, at tað serliga er í verjupartinum, at tað er vorðið betri. Tvær tær seinastu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum í landskappingini, og tað eydnaðist í Gundadali at vinna hálvfinalupláss í steypakappingini, uttan at nakað mál fór ígjøgnum.

 

Í 07Vestur eru allir spælararnir tøkir. Í EB/Streymi eru teir noyddir at gera onkrar broytingar. Tað kemst av, at Levi Hanssen er burturstaddur. Egil á Bø verður í miðverjuni, og tað kann væl hugsast, at tað hesa ferð verður pláss millum teir fyrstu ellivu fyri Niels Paula Danielsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið innskiftari.