Levi tók broddin av Neistanum

Í einum til tíðir rótutum dysti, har tað leikaði javntá í fyrra hálvleiki, gjørdist vælleikandi H71-málverjin ógvuliga avgerandi í øðrum hálvleiki.

Hondbóltur

 

Førarasetrið skifti ofta eigara í 1. hálvleiki. Bæði liðini byrjaðu við rættuliga høgari leikferð, men mistu bóltin og brendu. Nakrir minuttir vóru farnir, áðrenn fyrsta málið kom. Neistin hevði eina gylta løtu í 1. hálvleiki har teir vendu 6-4 til H71, til 8-6 til Neistan. Men H71 fekk balansu í roknskapin aftur, teir javnaðu til 8-8, og tá farið var til hálvleiks var bert tað eina málið á muni. Neistin hevði góða eydnu við skjótálopunum, tá var framúr góði H71-málverjin Levi Nybo púra seldur. Men í vanliga álopsspælinum átti Neistin ikki nóg nógv vápn ímóti Levi, og H71-verjuni. Serliga var ein leikari, sum Blagoje Buha rættuliga anonymur fyrstu 30 minuttirnar. Telur ein málini frá, sum Neistin fekk eftir skjótálop, so var tað bara ein slakur fjórða- ella fimtipartur teir fingu í vanligum álopsspæli. Esbern Paturson hjá H71 var ikki væl við í 1. hálvleiki, men serliga Niels Viggo Niclassen syrgdi fyri, at H71 alla tíðina hevði samband við Neistan.

 

Skoraðu ikki

Fyrstu 9 minuttirnir av 2. hálvleiki gjørdust fundamentið fyri H71-sigurin. Esbern Paturson kom í gongd við málskjótingina, og Halgir Dahl Olesen fekk eisini rættað siktið. Hoyvíkingar stóðu væl í verjuni, og Levi tók fullkomuliga broddin av Neistamonnunum hesa løtuna. H71 vendi hálvleiksstøðuni 12-13 til eina 17-13 leiðslu hesa løtuna. Ikki fyrr enn 9 ½ minuttir vóru leiktir skoraðu neistamenn aftur. H71 helt kortini frástøðuna, og tá hálvleikurin var hálvrunnin var H71 á odda 20-15.

 

Neistin nærkast aftur

Men spenningur kom í aftur dystin. Halgir Dahl Olesen fór út á beinkin at hvíla seg. H71-verjan var ikki optimal hesa løtuna, og hetta loyvdi millum annað Blagjohe Buha at koma inn aftur í dystin. Neistin át av H71-leiðsluni, og knappliga var støðan ein tepur 20-18 leiðsla til H71. Men Levi hevði aftur nakrar avgerandi bjargingar, og H71 togaði seg upp aftur á 22-18. Neistin og Buha vildu kortini ikki sleppa heilt, og stutt fyri leiklok høvdu teir aftur samband, 22-20 til H71 var støðan tá. Men Roar Dalsgarð gjørdi ikki royndina hjá Neistanum lættari tá hann fekk reyða kortið eftir 3 ferðir 2 minuttirs útvísingar. Dagsins mál var tá Esbern Paturson snýtti Neistaverjuna, og bankaði bóltin í kassan til støðuna 23-20. Tá var sloppið hjá H71. Løtu seinni bleiv skorað til endaligu støðuna 24-20.

 

Rótut men spennandi

Dysturin var heldur rótutur til tíðir, og var hann merktir av, at sterku einstaklingarnir tóku sakina í egnar hendir í avgerandi løtum. Nemanje Rasic í Neistamálinum hevði eisini góðar bjargingar, har í millum eitt brotskast. Men í hesum roknskapinum hevði Levi Nybo munin. H71-verjan hevði ein betri dyst enn Neista-verjan, men hon viknaði tá Halgir Dahl Olesen var uttanfyri tað einu løtuna. Skjótálopini hjá Neistanum riggaðu væl, serliga í 1. hálvleiki. Men teirra besti skjútti úti frá, leikandi venjarin Ingi Olsen kom ongantíð inn á vøllin í Hoyvík ígjár. Fyri Neistan mugu vit vóna, at hann kann taka nøkur tøk í álopspartinum í framtíðini. Tí tann parturin var næstan broddaleysur hjá Neistanum ígjár. Bæði liðini mistu ov ofta óneyðugur bóltar, og vit vóru eisini vitni til at Hanus Kúrberg og Hans Thomassen bríkslaðu heldur seint í summum støðum, og seinkaðu onkrum støðum, sum vóru liðunum til fyrimunar í álopsstøðum. Men spenningurin var næstan alla tíðina í dystinum. Og hann bjargar nógvum, eins og Levi Nybo gjørdi ígjár!

 

Fakta um dystin

H71-Neistin 24-20 (12-13)

10 min: 4-4

20 min: 9-8

40 min: 17-17

50 min: 20-18

Málskjúttar

H71: Halgir Dahl Olsen 6(1), Niels Viggo Niclasen 6, Esbern Patursson 5(1), Tróndur Vatnhamar 3, Bárður Brimvík 2, Janus Sørensen 1, Dánjal Tórgarð 1

Neistin: Carl Herup Olsen 6, Blagoje Buha 3, Tróndur Kragesteen 3, Johan Brekkstein 2, Dann Thorleifsson 1, Jón Ludvig 1, Jugoslav Djumic 1, Sjúrður Thomassen 1, Jákup Apol 1

Brotskøst: H71 6

Útvísingar: H71 2, Neistin 5

Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)