Levi og Tór-Ingar til HB

Levi Hansssen og Tór-Ingar Akselsen spæla við HB komandi ár. Tað varð kunngjørt á ársveitsluni leygarkvøldið, har tað eisini er váttað, at fleiri spælarar hava longt sín sáttmála

Fótbóltur

Veitslulagið var í toppi í HB-húsinum leygarkvøldið.
Árs- og FM-veitsla var á skránni, og høvið varð sum vant eisini nýtt til at siga nakað um, hvussu hópurin hjá besta mansliðnum fór at síggja út komandi ár.
Her fær felagið tilgongd av Levi Hanssen úr EB/Streymi og Tór-Ingar Akselsen úr 07 Vestur.
Levi, sum hevur sína fótbóltsuppaling í B36, hevur seinnu árini spælt við Skála og EB/Streymi. Tór-Ingar hevur sína uppaling í Vágum, men hann hevur áður spælt fyri HB. Eitt nú í 2003, tá hann var ein sera týðandi partur av liðnum, sum við Frank Skytte sum venjara, vann gullið.
Eisini er nú staðfest, at fleiri spælarar hava longt sáttmáaln við felagið. Fróði Benjaminsen, sum í ár varð valdur ársins spælari í føroyskum fótbólti, hevur skrivað undir trý ára sáttmála, og eisini hava Milan Kuljic og Marcyn Dawid longt sínar sáttmálar við tveimum árum.
Einki varð tó sagt um, hvør verður venjari hjá felagnum. Tað hevur annars ljóðað, at Sigfríður Clementsen er heitasta navnið í so máta, nú ein avloysari skal finnast til Sámal Erik Hentze, men enn mugu HB-fjepparar brynja seg við toli á tí økinum.