Levi og Heðin royndu hotspottið

Í gjár læt Býarbókasavnið í Havn upp út móti gongugøtuni við sjálvavgreiðsla, telducafé, hot spot og ísbarr

Tað tráðleysa netið, sum er á bókasavninum, krevur ikki kotu og røkkur tó ikki út um hølini í veghædd. Levi Mørk, byráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýttu høvi at royna tað tráðleysa netið við teirra iPhone.

- Mánadagin fer tráðleysa netið ella sokkallað hot spottið, at røkka allastaðni á býarbókasavninum, heilt fram til úthurðina út ímóti gongugøtuni. Tá verður eitt nýtt accesspoint sett upp aftrat, sum ikki var klárt til kl. 15.00 í dag. Tá ber til at koma á alnetið bæði í ísbarrini og kaffistovuni á nýggja býarbókasavninum, sigur Levi Mørk, býráðslimur.

Hann vísir á, at her er eisini skapt eitt einastandandi vakurt, hugnaligt og avbjóðandi umhvørvi fyri starvsfólkini.

- Tey vitjandi kunnu læna bøkur, fara í sjálvavgreiðsluna, fara á telducafé, í ísbarrina ella hugna sær við kaffi og køkum í hugnaligu stovuni, sigur hann.