Tað er nú gjørt av, at Levi Niclasen heldur fram sum bygdaráðsformaður í Hvalbiar Kommunu eitt valskeið afturat.
Hann er eisini bygdaráðsformaður hetta valskeiðið og á kommunuvalinum næstseinasta týsdag, fekk hann so dygga álitisváttan frá veljarunum, at hansara listi er blivin førur fyri at mynda meirilutan í bygdaráðnum einsamallur næsta valskeið. Hansara listi fekk fýra av teimum sjey bygdaráðslimunum. Sjálvur varð Levi Niclasen fyrstvaldur við nógv flestum atkvøðum, hann fekk 105 atkvøður, sum er næstan tvær ferðir so nógv, sum tann fekk, ið hevði næstflestar atkvøður.
Ein annar listi fekk hinar tríggjar limirnar. Tveir aðrir listar stillaðu upp, men fingu onki umboð.
Listin, sum Levi Niclasen varð valdur á, hevði fund nú eitt kvøldið, og har varð gjørt av, at Levi Niclasen skuldi halda fram sum bygdaráðsformaður. Niels Jacob Thomsen verður næstformaður.
Eftir lógini skal Hvalbiar Kommuna minst hava borgarstjóra í hálvum starvi. Á listanum hjá Levi Niclasen halda tey, at tað er nóg mikið, at hann er borgarstjóri hálva tíð. Tað fer ikki at ávirka hansara borgarliga starv sum er at vera skúlaleiðari í Hvalba.
Eftir lógini, skal bygdaráðið í Hvalba nú eisini skipa seg í nevndir. Talan er um trýmannanevndir, har í listin við meirilutanum fær tvey umboð og andstøðulistin tað triðja umboðið.
Í fíggjarnevndini er bygdaráðsformaðurin føddur formaður. Afturat sær fær hann Katrin Joensen av meirilutalistanum.
Í havnanevndini verður Otto West formaður og hin nevndarlimurin fyri meirilutan verður Niels Jacob Thomsen.
Í teknisku nevnd verður Katrin Joensen formaður og hin nevndarlimurin fyri meilutan verður Niels Jacob Thomsen.
Bygdaráðið fer at skipa seg formliga ein av fyrstu døgunum










