Levi Mørk boðar í kvøld frá, at hann tekur seg av listanum hjá javnaðarlokkinum tl løgtingsvalið
Tað ger hann í kjalarvørrinum á eini grein, hann skrivaði á Facebook um yvirgangin í Noregi.
Tá var hann skjótur at geva islamistum skyldina fyri álopið og rættiliga áleypandi skrivaði hann:
Ja, tað er nok teir djevlarnar sum liggja aftan fyri hasa atsóknina. Men, tað er ikki komi heilt fram enn. Norra hevur verið sera opið fyri at geva uppihaldsloyvið til asyl flygningar og liggur ovarliga í mun til Danmark. Sum hevur skerpa reglarnar. Eisini hevur Norra ein lagarligari familjusamføringspolitikk í mun til Danmark. Hetta er takkarlønin. Koyra heilt lortið av landinum aftur
Hetta vakti øði í nógv javnaðarfólk og Portalurin veit, at málið hevur verið umrøtt í flokkinum og har hevur eisini verið umrøtt at Levi Mørk skuldi ikki sleppa at stilla upp fyri flokkin
Og í kvøld boðar hann so frá, at hann tekur seg av listanum.










