Levi Joensen 75 ár

Nakað seinur á sjóvarfallinum, men mín góði vinur, eg ynski tær hjartaliga tilukku við degnum og mong góð ár afturat.

Sjálvt um tú hevur nátt ein aldur sum halgabók tosar um, tá styrkin er nógv, og hana hevur tú havt.

Heimið á Vágsheygnum var eitt væla heim, har mangalaði onki, har var nógv jørð, bátur og neyst á Borðoyarvík og somuleiðis á Vágni, Gjógvarenni og Skálanes.

Harrin signaði Armgarð og Dáva við 10 børnum, 6 dreingir og 4 gentur, tað er ein stór gáva.

Levi er tann 10. Og er sostatt yngstur í røðini.

Omma mín og Dávur vóru systkin og sostatt mamma og Levi systkinabørn. Eg haldi at dávafólkini fylla so nógv, bæði ein og annan veg, har tey eru.

Eitt tað fyrsta eg minnist sum smádrongur var, at teir beiggjarnir plagdu at koma út til okkara og seta seg rundan um køksborðið og syngja og tosa um tað, sum hevur virði, tá alt annað má falla, hetta hevði stóra ávirkan á mína barnasál.

Í 1965, um heystið fór eg at sigla við Levi, tað var við Kletti, og tað er við takksemi eg minnist aftur á árini, inntil eg fór á skúla. Tá fór ein stór hending fram í mínum lívi, tað var í august 1967.

Vit sigldu inn, høvdu gjørt ein góðan túr. Hvussu mangan hava vit ikki hoyrt Levi tosa um, tá hann í sunnudagsskúlanum bað Líggjas á Váli steðga, tí hann vildi avleggja ein vitnisburð um sín Harra og Frelsara.

Hesin kyndilin hevur brent í góð 60 ár, og hann brennur ongantíð betur enn ídag, at vinna menniskju fyri Harran.

Levi, eg ynski at takka tær fyri, at tú rópti meg inn á skiparakamarið og tosaði við meg um, at tað mátti ein uppgerð til, skuldi eg til himmals, av uppruna eru vit øll menniskju syndarar.

Fyrst í 80’unum sigldi Levi uppá Hirtshals, og har sá hann ein stóran tørv at bera tey góðu tíðindi til sínar landsmenn og onnur. Afturkomin á Vágsheyggin var farið at tosa við Selmu Margrethu og samkomuna í Betesda, um hendan stóra akur sum manglaði arbeiðsmenn og kvinnur.

Hann er farin mangar ferðir oman við vegginum við klæðsekkinum á nakkanum út á hetta fongríka hav, sum bæði tekur og gevur, nú skuldi farast í eina heilt nýggja vinnu, at vinna sálir fyri Harran.

Greta hevur einaferð sagt, at Levi hevur mangan tikið brattar avgerðir og soleiðis eisini hesuferð.

Hetta var lagt fram fyri Harran um at Hann í ríku náði síni mátti síggja fram til tað tey ætlaðu. Avgerðin var ikki løtt, tí tað var nógv at fara frá, 5 børn, ommu og abbabørn, vinir og kenningar, men avgerðin at tað skuldi farast avstað, út í hetta ókenda varð tikin. Heimið á Vágsheygnum varð læst og tey bæði settu kós móti Hirtshals.

Eg haldi, at eg taki ikki munnin ov fullan tá eg sigið at krumtappurin í øllum virkseminum á Malta øll hesi árini hevur verið Greta.

Hon hevur verið sum ein bøga sum fjálgar um ungarnar, fyrst upp um morgunin og síðst til køjs um kvøldið.

Levi, Greta og børnini, eg síggið stórt í at hava kent tykkum, síðan eg var ein ungur drongur, og hvørja ferð tað er ljós á sunnara enda á Vágsheygnum, so má eg niðan at heilsa uppá tykkum. Øll hesi árini tit hava verið í Hirtshals hava vit havt eitt tætt samband, og tað takki eg fyri.

Levi hevur ein stóran áhuga í at vitja samkomur runt í landi okkara, tað hevur hann havt, síðan hann var heilt ungur, at bera tey góðu tíðindi um at enn stendur náðihurðin opin.

Tað fall mær í lut at sleppa at vera við fyri nógvum árum síðani, og tað eri eg glaður fyri. Havi verið nakrar ferðir inni á Malta ígjøgnum árini, men seinasta heyst fóru nakrir niður at smíða, og eg var ein av teimum, tað má eg siga, at Harrin hevur sæð til tað arbeið, sum hevur verið gjørt á Malta.

Ævinleikin skal prógva, at tað var gott, at tað var farið út á tann danska akurin, suður á land, umborð á skipini og onnur støð við. Eg veit at tú Levi vilt geva harranum æruna fyri alt.

Góði Levi, eg ynski tær alt tað besta framyvir, nú eru nógv ár síðani loggið á Kyrjkasteini varð avlisið á veg til Grønlands, og nógv er broytt, men Harrin er hin sami, Hann, sum tú hevur roynt at tænt, síðan tú vart ein smádrongur, einaferð kemur avrokningin frá Kongi Konganna, ein serlig heilsan fer til Gretu.

 

Bestu heilsanir

Við 2. Sámuelsbók 23. Ørindi 5.

Heini