Hesum boðar Levi Mørk á Facebook-vangamynd síni, har hann eisini gevur ilt av sær mótvegis Javnaðarflokkinum, sum hann umboðaði í býráðnum í Havn seinasta valskeið, og har hann eisini hevur verið varalimur hetta valskeiðið.
Sum støðan er i løtuni, føli eg ikki, at eg skal vera i Javnaðarflokkinum. Eg havi altið verið ein tjoðskaparligur, liberalur sosialist og tað forsvinner ikki, skrivar Levi, og leggur afturat, at hann ikki hevur følt nakran sum helst uppbakning í egnum flokki, nú hann er partur av kanningarmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur latið løgregluni.
Levi endar við at skriva, at hann er til dystin fús, um Tjóðveldi ynskir tað.









