Levera heimsins størstu fóðurflakar

Stór farmaskip, ið hava tænt fyri seg á havinum, verða umbygd til velduga stórar fóðurflakar.

JT electric á Kambsdali er veitari av stórum fóðurflakum til føroysku alivinnuna. Fyritøkan hevur nú leverað tríggjar slíkar flakar í samstarv við Sandgrevstur í Fuglafirði, ið eru skipakønir.

 

Seinasti fóðurflakin, sum er latin eigarunum, er Arvanes, sum Faroe Farming í Suðuroy hevur keypt. Hetta er hin triði fóðurflakin av slíkum slag, sum JT electric hevur latið eigarunum. Hesin rúmar heili 800 tonsum av fóðuri, og telist óivað millum heimsins størstu fóðurflakar.

 

- Fyrsti flakin av hesum slag, sum vit leveraðu, var Skarvhamar, sum liggur á Gøtuvík, og síðan leveraðu vit Svarthamar, sum liggur á Funningsfirði.

 

Ólavur Thomsen hjá JT electric á Kambsdali, sigur, at Skarvhamar varð latin í 2013; Svarthamar í 2014, og nú hevur so Faroe Farming í Suðuroy so eisini fingið sín fóðurflaka, sum kom á Vág mánakvøldið.

 

- Hetta eru eldri farmaskip, sum eru umbygd til stórar fóðurflakar.

 

Hann vísir á, at teir báðir fyrru flakarnir, Skarvhamar á Gøtuvík og Svarthamar á Funningsfirði, sum feløg hjá Bakkafrosti eiga, upprunaliga eru systirskip, bygd seinasti í áttatiárunum.

 

- Hesir bæði skipini taka umleið 600 tons av fóðuri hvørt.

 

Ólavur Thomsen sigur, at nýggi flakin hjá Faroe Farming í Suðuroy hevur sín uppruna í einum fyrrverandi farmaskipi, sum er bygt í 1986.

 

- Hetta eru vælhildin skip, og tá avgjørt varð at keypa tey og byggja tey um til fóðurflakar, vórðu tey fyrst eftirhugd og mett av fólki við neyvum fakligum førleikum. Hetta eru sterkir og góðir skipsskrokkar, bygdir úr góðum stáli.

 

Hann vísir á, at eitt farmaskip altíð er bygt nógv sterkari, enn ein fóðurflaki annars hevði verið.

 

- Hetta eru skip, sum eru bygd til at sigla um høv, og tá tú ert á opnum havi við last og maskinmegi er neyðugt, at eingin ivi er um styrkina.

 

Ólavur sigur, at Arvanes hjá Faroe Farming er á leið somu stødd sum Skarvhamar og Svarthamar.

 

- Men, Arvanes er meira uppbygdur, og tí rúmar skipið eisini meira fóður, leggur hann aftrat.

 

Tað er KJ Hydraulik á Kambsdali, sum hevur leverað generatorarnar til fóðurflakan hjá Faroe Farming.

 

- Talan er um tveir motorar á 200 kW hvør. Hesir hava serliga til uppgávu at forsýna blásararnar, sum eru átta í tali, og sum soleiðis kunnu forsýna átta aliringar.

 

Ólavur Thomsen sigur, at fóðurflakarnir, sum JT electric hevur leverað, eru útgjørdur við framkomnum stýringum og fóðurskipanum.

 

- Ein slíkur flaki kann stýrast av flakanum sjálvum, úr bátinum, sum siglur kring aliringarnar, og tú kanst - líka mikið, hvar tú ert - altíð fara inn á telduna og forritið og síggja, hvussu støðan er, sigur hann.

 

Tað eru í tøttum samstarvi við alivinnuna, at JT electric letur fyrrverandi farmaskip umbyggja til framkomnar fóðurflakar.