Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri, sigur seg seta hurðina á glopp fyri einum leikluti í nýskipanini av fiskivinnuni.
Í lesarabrævi í dag sigur Jógvan Skorheim, at Nýtt Sjálvstýri vildi verið við í eini semju, ið minst tveir triðingar av løgtinginum kundi tikið undir við.
Jógvan Skorheim sigur, at hann í útgangsstøðinum er ímóti eini uppboðssølu og at samanrenningin av flokkum í tinginum ger, at ein uppboðssøla ongantíð fer at fáa fulla undirtøku. Tí metir hann, at landsstýrismaðurin eigur at slaka í sínum kravi um eina uppboðssølu.










