Letur upp aftur í apríl

Sp/f Toft fer í fyrstu syfti at leiga út kømur, og her kann - alt eftir, hvør eftirspurningurin verður - bæði verða talan um dag-og langtíðarleigu, sigur Jóan Magnus Rasmussen.

”Tað er ikki ein býur, sum sløkkir klokkan 17…”

 

Orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu og havnarmeistari við Runavíkar havn.

 

Tað gleðir Runavíkar kommunu, at Hotel Runavík - Sjómansheimið - hevur fingið nýggjar eigarar, sum eru brøðurnir, Joen Magnus, Uni, Elnar og Árni Rasmussen og svágurin Edvard Mikkelsen, sum er stjóri í Sp/f Toft, sum er felagið aftan fyri keypið.

 

- Vit ynskja eigarunum góða eydnu og gleðast um, at ljós aftur verður at síggja á Sjómansheiminum, sigur kommunan.

 

Jóan Magnus Rasmussen, ein av eigarunum, sigur, at í fyrstu syfti verða ymiskar ábøtur gjørdar, men hann vónar, at Sjómansheimið kann lata upp aftur fyrst í apríl mánaði í ár.

 

- Her eru 19 kømur, harav 17 kømur kunnu takast í nýtslu sum er. Hini kømrini skulu dagførast, áðrenn tey verða tikin í brúk, sigur hann.

 

Hann væntar, at Sp/f Toft í fyrstu syfti fer at leiga út kømur, og her kann - alt eftir, hvør eftirspurningurin verður - bæði verða talan um dag-og langtíðarleigu.

 

- Vit vita ikki ennm hvør tørvurin er, og vit fara ivaleyst at laga okkum til tann tørv, ið fer at vísa seg.

 

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakaða um, hvørt talan eisini verður matstovuvirksemi.

 

- Nei, tað vita vit ikki enn, men einki er óhugsandi. Í fyrsta lagi mugu vit finna út av, hvørji krøvini eru í so máta, og hvussu nógv skal gera, um hetta skal bera til.

 

Sp/f Toft keypti Hotel Runavík - Sjómansheimið - frá Eik, men Jóan Magnus Rasmussen sigur, at keyparar hava ikki upplýst, hvussu nógv teir lótu fyri bygningin.

 

- Jú, hetta verður spennandi, og sum tíðin gongur, fara vit at finna út av, hvussu bygningurin skal brúkast, sigur hann.