Letur illa at fyrireikingunum

- Síðstu fimm mánaðirnir hava verið rættiliga ørkymlandi, sigur Devis Mangia, maltesiskur landsliðsvenjari.

Hóskvøldið spæla Føroyar fyrsta dystin í nýggja Nations League-kappingarárinum, tá ið Malta vitjar á Tórsøvlli. Maltesiska landsliðið er undir leiðslu av nýggjum venjara, italska Devis Mangia, og hann hevur saman við liðnum ikki havt góðar umstøður at fyrireika seg til Nations League-landsdystirnar.

Maltesiskur fótbóltur hevur ligið stillur síðani korona-smittan av álvara byrjaði at herja í mars, og vinardystirnir, sum skuldu spælast ímóti Gibraltar og Aserbadjan í mars, vórðu avlýstir. Einans tveir útisetar eru í maltesiska hópinum, so flestu leikararnir hava lítla og onga dystarvenjing fingið seinasta útvið hálva árið.

Les eisini: Bara tveir útisetar í hópinum hjá Malta

- Síðstu fimm mánaðirnir hava verið rættiliga ørkymlandi, sigur maltesiski landsliðsvenjarin, Devis Mangia, í samrøðu við SportsDesk.

- Mær dámar ikki at krógva meg aftanfyri undanførslur, men vit hava mist fimm mánaðir av fyrireiking á vøllinum, sum kundu hjálpt okkum at lært hvønn annan betur at kenna. Vit hava verið noyddir at gera fyrireikingararbeiðið upp á nógv styttri tíð enn ætlað, sigur hann í samrøðuni.

Landsliðshópurin hevur verið savnaður í smáar tvær vikur síðan mars, og hóast órógvaðar fyrireikingar, so heldur maltesiski landsliðsvenjarin, at tað nú er upp til teir sjálvar at fáa sum frægast burturúr í Nations League.

- Sjálvandi eru umstøðurnar órógvandi, men vit kunnu ikki brúka tað sum undanførslu. Vit mugu brúka hesa støðuna til at finna loysnir, sum kunnu gera upp við vansarnar, ið serliga er kropsliga venjingin í byrjanini av kappingarárinum. Tað er upp til okkum sjálvar at stýra ímillum trupulleikarnar, sigur hann.

Devis Mangia sigur seg ætla at spæla totalfótbólt. Hann er væl nøgdur við hugburðin hjá leikarunum, og hann hevur brúkt ein stóran part av teimum smáu tveimum vikunum saman við hópinum til at venja tað taktiska, men hann sigur seg vænta, at tað helst gongur eitt sindur av tíð enn áðrenn alt fer at sita.

- Mær tørvar tíð til at snikka saman ein hóp av spælarum, sum við rætta hugburðinum kann bera okkum fram í hesari verkætlanini, sigur Devis Mangia, sum varð settur í starv í januar og hevur sáttmála heilt fram til ársenda 2023.

Drúgvi sáttmálin myndar eitt ættarliðsskifti í maltesiskum fótbólti, og Devis Mangia sigur seg ætla at skapa eitt meira professionelt umhvørvi, sum kann vera við til at senda maltesiskar leikarar til útlendskar deildir at spæla.

- Tað eru lítil lond sum Føroyar, sum hava leikarar, ið spæla í Danmark, Noregi og Svøríki, og eisini í enska The Championship, sigur Devis Mangia. Føroyar hava ongan leikara í Championship, men tað hava onnur smálond, eitt nú Bermuda við Nahki Wells í Bristol City.

Nations League-dysturin ímillum Føroyar og Malta verður á Tórsvølli hóskvøldið kl.19.45.