Putin letur góða hálva miljón fyri deyðan hermann

Vladimir Putin hevur lovað góðar 555.000 krónur til familjurnar hjá deyðum hermonnum, sum eru partur av russisku tjóðarhirðuni.

Her liggur ein deyður russiskur hermaður í kavanum. Myndin er tikin tíðliga í krígnum í Ukraina.

Russiski forsetin skrivaði í dag undir eina fyriskipan, ið skal geva familjum hjá deyðum hermonnum, sum eru partur av russisku tjóðarhirðuni, fimm miljónir rublar.

 

Hetta svarar til stívlliga 550.000 krónur í okkara peningi.

 

Sambært útlendskum miðlum, sum endurgeva russisku tíðindastovuna Tass, er fyriskipanin galdandi fyri hermenn í tjóðarhirðuni, sum berjast fyri Russland í Ukraina og Sýria.

 

Reuters skrivar, at fyriskipanin við hesum váttar alment, at russiska tjóðarhirðin, sum verður rópt Rosgvardia, eisini er brúkt í bardøgum í Ukraina.

 

- Tjóðarhirðin varð stovnað í 2016 fyri at berja niður yvirgang og skipaðan kriminalitet. Hon liggur beinleiðis undir forsetanum, Vladimir Putin.

 

Reuters veit eisini at siga, at tað er tjóðarhirðin, sum verður brúkt til at berja niður friðarlig mótmæli í Russlandi.

 

 

 

Her liggur ein deyður russiskur hermaður í kavanum. Myndin er tikin tíðliga í krígnum í Ukraina.