Letur gamlar slagarar í nýggjan ham

Jens Marni Hansen kemur í næstum út við heilt serstakari fløgu

Í næsta mánaði kemur nýggj fløga frá  Jens Marna Hansen út. Talan er um eina heilt serstaka fløgu, tí á fløguni eru føroyskir sangir, sum allir eru kendir frammanundan.

 

 

- Eg hevði  hug til at royna nakað nýtt, og so hugsaði eg, at hetta var eitt sindur øðrvísi og stuttligt. Á fløguni eru sangir, sum eg plagi at spæla til dans, men á fløguni er tað so mín egna tulking av sangunum, hóast teir ikki verða stórvegis broyttir, greiðir Jens Marni Hansen.

 

 

Á fløguni eru sangir sum Heimkoman, Sára, Nánd og Tá kvøldið kemur.

 

 

- Eg havi valt sangir, sum fólk kenna væl frammanundan, og sangir, sum fólkum dámar væl at syngja við til, sigur Jens Marni Hansen, sum hevur fleiri gestasangarar við á fløguni.

 

 

- Fleiri av teimum eldru sangarunum, sum tó framvegis eru ungir í sinni, eru við á fløguni, og eg havi spurt Robert McBirnie, Nikolinu av Kamarinum, Ólav Højgaard og Stanley Samuelsen um at syngja onkrar av sangunum við mær á fløguni, sigur Jens Marni Hansen.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jens Marna greiða frá nýggju fløguni og spæla sangirnar Nánd og Morguntúr í juni.