Zlatan Ibrahimovic hevur havt tað trupult í Manchester United síðani hann vendi aftur frá einum drúgvum knæskaða, og tað er seinastu tíðina ikki blivið til nógva spælitíð hjá 36 ára gomlu svensku stjørnuni.
Alexis Sanchez er nú eisini komin til felagið, og tað hevur einans við sær, at tað er størri kapping um tey framrættaðu plássini á Manchester United-liðnum.
Leysasøgur hava áður gingið um, at Zlatan Ibrahimovic hevur verið á veg úr felagnum, men enn er tað ikki blivið til nakað. Skuldi tað komið upp á tal, at hann vil skifta til annað felag, so fær hann loyvi til tað.
- Zlatan er í holt við síðsta árið í sáttmálanum. Hann hevur ikki sagt nakað við meg, men um hann ynskir eina framtíð í einum øðrum felagi, so eru vit her fyri at hjálpa honum, og ikki fyri at gera lívið hjá honum súrt, sigur Manchester United-venjarin, José Mourinho, sambært BBC.
Eitt av feløgunum, sum Zlatan Ibrahimovic fleiri ferðir hevur verið settur í samband við, er amerikanska felagið Los Angeles Galaxy.










