FÓTBÓLTUR
Jákup Mikkelsen hevur boðað frá, at hann gevst sum landsliðsmálverji, eftir at Heðin Askham, fyribilssetti landsliðsvenjarin, hevur sagt Jákupi, at hann tekur Gunnar Nielsen fram um Jákup.
Men í beinleiðis samrøðu í 3-2 sendingini í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið segði Jákup, at hann hevði skilt á Heðini Askham, at talan var um eina avgerð, sum galt framtíðina og ikki bara henda eina dystin.
– Um talan er bara um henda eina dystin, so havi eg misskilt Heðin Askham, og so er talan um aðra støðu enn hana, sum eg tók støðuna út frá, segði Jákup Mikkelsen.