Letur 220 milliardir til góð endamál

Amerikanarin Warren Buffett er heimsins næstríkasti maður, men nú letur hann tað mesta av ognini til góð endamál.

Hildið verður, at heimskendi amerikanski íleggjarin Warren Buffett eigur 44 milliardir dollarar ella einar 261 milliardir krónur, og at hann sostatt er næstríkasti maður í heiminum eftir Bill Gates.

Warres Buffet hevur savnað sínar pengar í virðisbrøv í fyritøkuni Berkshire Hathaway og á bankabókini, men nú hevur hann 75 ára gamli ríkmaðurin gjørt av at geva tað mesta burtur. Í samrøðu við tíðarritið Forbes sigur hann, at í næsta mánað fer hann undir at lata øðrum 85 prosent av sínari ogn. Tað svarar til 221 milliardir krónur.

Nógv tann størsta partin av pengunum ella fimm sættapartar hevur hann gjørt av at lata hjálpargrunninum Bill & Melinda Gates Foundation. Hitt verður býtt ímillum ymdar aðrar vælgerandi felagsskapir og grunnar.

Warren Buffett er kendur sum ein lítillátin maður. Hann býr framvegis í einum húsum í statinum Omaha, sum hann keypti í 1958 fyri 190.000 krónur.