Tá ið Lettland og Føroyar í annaðkvøld dystast í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, verður tað lítið sannlíkt eitt heimalið, sum kemur við fullari styrki. Tveir av stuðulsleikarunum eru ikki við, meðan aðrir mangla dystarvenjing.
Sambært Transfermarkt, sum eitt nú fæst við at virðismeta leikarar, so eru nakrir av teimum virðmismestu leikarunum ikki við hesaferð. Miðverjin, Kaspars Dubra, sum spælir við BATE Borisov í Hvítarusslandi, er skaddur og ikki við í hópinum.
Afturat teimum báðum, so manglar eisini topppskjúttin á liðnum, Aleksandrs Cauņa úr CSKA Moskva. Hann hevur skotið 12 mál fyri lettiska landsliðið, men hann skjýtur einki ímóti Føroyum, tí hann er skaddur og ikki partur av lettiska hópinum.
Hinvegin, so er virðismiklasti leikarin á liðnum, áleyparin Artjoms Rudņevs úr týska FC Köln, júst blivin klárur aftur eftir skaða. Hann hevur tó sjáldan gjørt um seg á landsliðnum, har hann einans hevur skotið tvey mál í 37 landsdystum.
Ein av teimum, sum spælir fast í miðverjuni, og eisini spældi allan dystin í 1-0-sigrinum ímóti Andorra, Vitālijs Jagodinskis, er nýliga loystur úr sáttmálanum við ukreinska stórfelagið, Dynamo Kyiv, og hevur enn ikki funnið sær nýtt felag.
Hóast Lettland manglar nakrar av stuðulsleikarunum, so eru nakrir royndir leikarar í hópinum, sum hava hópin av landsdystunum í viðførinum. Nevnast kunnu Andris Vanins (76), Kaspars Gorkss (79) og Aleksejs Visnakovs (70).
Í álopinum hevur Lettland eitt satt álopsess, nevniliga Valērijs Šabala úr slovenska DAC Dunajská Streda. Hann gjørdist sigursharrin ímóti Andorra í septembur, og hann hevur – hóast hann einans er 21 ára gamal – skotið 10 mál í 29 landsdystum.
Dysturin ímillum Lettland og Føroyar verður í annaðkvøld kl.19.45 føroyska tíð.










