Lettland til reiðar til evruna

Lettland hevur nú uppfylt allar treytir fyri at kunna gerast limur í evruumráðnum. Tað vísir ein frágreiðing frá ES-nevndini, upplýsa keldur í ES-høvuðsborgini í Brüssel.

– Hini londini eru fyri, at Lettland kemur upp í evrusamstarvið, og harvið verður Lettland átjanda evrulandið í Europa, sigur ein ES-tænastumaður.

Millum treytirnar er, at landið skal hava lítla inflatión, langsiktað rentustøði, støðugan vekslikurs, lítla statsskuld og lítið fíggjarlógarhall.

Lettland fór í 2008 og 2009 ígjøgnum eina av harðastu nýskipanum, sum er sædd í Europa, og nú er líkt til, at henda gevur úrslit.