Russland fremur statsterrorismu

Tjóðartingið í Lettlandi hevur gjørt eina samtykt sum sigur, at Russland "fremur fólkamorð móti ukrainska fólkinum".

Tjóðartingið í Lettlandi hevur stemplað Russland sum eitt land, ið fremur "statsterrorismu".

 

Hetta hevur tjóðartingið gjørt sum eina avleiðing av ólógligu russisku innrásini í Ukraina.

 

Í russiska uttanríkisráðnum verður avgerðin hjá Lettlandi kallað "fremmanda fíggindalig", veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

Tey fólkavaldu í Lettlandi hava nevniliga gjørt eina samtykt sum sigur, at Russland "fremur fólkamorð móti ukrainska fólkinum".

 

Tjóðartingið í Lettlandi sær Russland, sum eitt land, ið er "statsligur sponsorur av terrorismu", sum tikið verður til í samtyktini.

 

Í Lettlandi heita myndugleikarnir á onnur lond, ið hava somu áskoðan sum Lettland, um eisini at gera sína støðu galdandi. 

 

Tað eru miðlarnir, NTB og Verdens Gang, sum í kvøld bera hesi tíðindi.