HB boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla Klavs Kremens. Miðverjin, sum er 1.92 sentimetrar høgur, er út Lettlandi. Klavs Kremens hevur seinnu árini spælt í bestu deildunum í Litava og Lettlandi.
HB hevur fyri kortum selt Samuel J. Chukwudi til SJK í Finnlandi og Klavs Kremens kann tí roknast sum ein avloysari fyri selda miðverjan. HB hevur fyrr í flytingarvindeyganum eisini fingið tilgongd av Áka Johannesen úr B68.
Sum skilst, so verður ein nýggjur málverji kunngjørdur í næstum, eftir at Teitur M. Gestsson fríggjadagin boðaði frá, at hann gevst við at spæla fótbólt.