Lettar standa í kø at fáa AstraZeneca-koppseting

Í Letlandi verður AstraZeneca-koppingarevnið boðið fólki, ið fegin vilja hava tað, eftir at eldri hava takkað nei

 

Fleiri hundrað fólk hava í dag staðið í bíðrøð í Letlandi fyri at verða koppsett við AsdtraZeneca koppingarevni ímóti koronuvirus.

Koppingarevnið var í fyrstu syftið ætlað boargarum yvir 65 ár.

Men av tí at fleiri eldri sýta fyri at taka koppingarevnið, eru fleiri skamtir eftir, sum nú staðin verða bodnir fólki, sum hava hug at fáa tað.

– Vit bíðaðu í hálvan triðja tíma frá klokkan 6.30 í morgun, tí hetta er einasti vegur hjá okkum, sigur Vladlens Kovalenvs við Reuters við eitt koppsetingarstað í høvuðssatðnum Riga.

Danmark gjørdi mikudagin av sum fyrsta landið at steðga við at geva AstraZeneca-koppingarevnið. Tað vil siga, at koppingarevnið ikki longur verður brúkt, men verður hildið í kulda, um tað kortini skuldi verið brúkt í framtíðini.

Síðani hava bæði Letland og Kekkia víst áhuga fyri donsku skamtunum av AstraZeneca-koppingarevni. Danska avgerðin kom eftir fleiri dømi við álvarsligum hjáárinum.

/ritzau/Reuters