EM-undankapping
So er endaliga greitt, hvørji tey 16 liðini verða, sum komandi summar fara at dystast um EM-heitið, tá hetta stendur upp á spæl í Portugal.
Seinastu fimm luttakararnir skuldu finnast við sokallaðu play-off dystunum, og eftir fyrra umfarið av hesum leygardagin, kundi verið líkt til, at onkur óvæntað úrslit fóru at koma. Men tá avtornaði, so megnaðu favorittarnir tó í flestu førum at stríða seg seinasta pettið fram.
Eitt undantak var tó. Lítla Letland, sum ongan tíð áður hevur verið í nær námind einum endaspæli, megnaði á útivølli móti HM-bronsuvinnarunum at tryggja sær javnleikin, sum gevur teimum víðari atgongd til endaspælið.
Bara tað at Letland somikið sum hevði dittað sær fram til hesa seinastu dystirnar, mundu tey eitt nú í Pólandi halda vera ov galið. Men við einum útisigri á Svøríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum megnaðu lettar at koma sær upp á annað plássið í bólkinum, og bara tað í sjálvum sær var ein stórur sigur til lítlu tjóðina.
Sensatión í Istanbul
Í teimum fimm play-off dystunum, sum vóru á skránni, so var turkarnir helst teir, sum fegnaðust mest um lutakastið, tá Letland kom úr pottinum.
Men hóast greiða leiklutin sum underdog ? og næstan prügelknabe ? so megnaði liðið leygardagin at vinna ein púra óvæntaðan 1-0 sigur á Turkalandi. Men í Istanbul mikukvøldið skuldi verða øðrvísi. Hetta hevur í mong ár verið mett sum eitt hitt truplasta staðið í heiminum at spæla útidystir, og frá flestum síðum varð roknað við, at lettar mundu hoykna í knøunum, bara teir trinu inn á fullsetta leikvøllin.
Og leingi tóktist eisini, sum skuldu hesi fáa rætt. Lettar royndu í sínum lag at stríðast móti einum skjótt spælandi heimaliði, men tá Ilhan Mansiz eftir 20 minuttum skoraði, tóktist alt ganga rætta vegin. Turkaland hevði fult tamarhald á øllum, og tá Sukur so økti til 2-0 20 minuttir eftir steðgin, so var vegurin hjá Turkalandi opin. Ikki minst tí Sukur av sonnum verður roknaður sum sannur talismanur hjá landsliðnum.
Í øllum førum er tað enn ikki komið fyri, at Turkaland hevur tapt landsdyst.
Men ettar góvu ikki upp. Bert tveir minuttir eftir seinna málið hjá turkum, sendi Juris Laizans fríspark úr vinstra borðið beinleiðis í kassan. Kanska ikki tilætlað, men tá eingin leikari fekk fatur á skrúvandi innlegginum, helt hetta fram beina leið í meskarnar.
Og so stóð á hjá vertunum. Teir royndu aftur at seta ferðina upp, og eitt nú var Sukur sera nær við, tá hann fekk tvørtræið at skelva úr 18 metrum, men inn vildi bólturin ikki. Og so gekk alt galið. Turkiska verjan fór fullkomuliga skeiv av einum longum bólti, og so kundu Verpakovskis skjóta lítla Letland upp á javnleikin, sum ivaleyst fekk alla tjóðina uppfrá.
Eftir dystin var áskoðarafjøldin alt annað enn blíð mótvegis heimaliðnum, meðan lettiski venjarin, Starkov, sum vera man var ovurfegin. »Vit spældu okkara kontra-fótbolt, og hetta riggaði. Og turkiska áskoðarafjøldin klappaði okkum av vøllinnum. Tað er ikki hvønn dag, at tað hendir« helt hann fyri.
Favoritt-sigrar
Í aðrar mátar, so gekk mikuvkøldið helst júst soleiðis, sum tey flestu høvdu roknað við.
Holland fekk sanna hevnd fyri 1-0 tapi í Glasgow herfyri, tá teir hølvaðu Skotland við ikki minni enn 6-0. Ikki minst mundi Ruud van Nistelrooy vera í góðum lag eftir dystin, har hann skeyt trý av hollendsku málunum, samstundis sum Patrick Kluivert sat á beinkinum. Kluivert segði eftir dystin leygardagin, at venjarin nú mátti duga at síggja, at tað ikki riggað við sær og van Nistelrooy saman í álopinum, og at van Nistelrooy tí átti at byrja á beinkinum!
Bæði í Wales og í Slovenia megnaðu ávíkavíst Russland og Kroatia at snara uppgerðunum til egnan fyrimun, eftir at heimadystirnir hjá hesum óvæntað endaðu við javnleiki. Í Ljubliana stóð annars nógv á hjá Kroatia, tá teir stutt inn í seinna hálvleik fingu Tudor riknana av vøllinum. Beint eftir hetta megnaði Prso tó at skjóta einsamalla málið í dystinum, og eins og russum var eitt mál nóg mikið.
Seinasti dysturin var í Oslo, har Noreg hevði eina vón um at basa Spania, eftir at fyrri dysturin endaði við teprum sponskum sigri. Spaniólar vildu tað tó øðrvísi. Raul, Vicente og Etxeberria skutu málini í einum dysti, sum fyri stóran part av seinna hálvleiki hevði skap sum ein sponsk fótbóltsuppvísing.