SU-trupulleikar
Ætlar tú út um norðurlond at lesa, er tað av alstórum týdningi, at tú søkir SU góðkenning alt fyri eitt. Eisini hóast tú framvegis ikki hevur tikið avgerð um hvar og hvat tú skalt lesa, og hóast tú ivast í, um tú yvirhøvur sleppur inn.
Tí tá svarið frá útbúgvingarstovnunum kemur, er ov seint at biðja um SU góðkenning. Viðgerðartíðin er 3-4 mánaðir, og hesa tíðina fært tú hvørki mánaðarligu SU upphæddina, pengar til skúlagjaldið ella ferðastuðul. Og tað kann geva alstórar trupulleikar.
Fylgjur av at drála
Í fjør vóru fleiri føroyingar, sum glaðbeintir hildu út í heim at lesa. Men fyri tey, ið ikki høvdu søkt um SU-góðkenning í góðari tíð frammanundan, gjørdust fyrstu mánaðirnir í nýggja landinum marrukendir.
So leingi, sum útbúgvingin ikki hevur fingið SU-góðkenning, fært tú nevniliga ongar pengar til skúlagjald. Hetta eru stórar upphæddir, sum skulu gjaldast beinanvegin, og sum tryggja tær skúlagongdina.
Harnæst fært tú onga mánaðarliga upphædd at liva fyri. Tað merkir, at tú úr egnum lumma mást gjalda fyri mat, húsaleigu og lívsins uppihald annars.
Eingin hjálp er at heinta frá Stuðulsstovinum, tí hann má eisini bíða eftir SU-góðkenningini, áðrenn hann fær hjálpt til fíggjarliga.
Komu illa fyri
Í fjør komu fleiri neyðarróp frá føroyingum, ið komu illa fyri, tí viðgerðin hjá SU dróg so langt út.
Fleiri teirra vendu sær til Stuðulsstovnin í panikki, men stovnurin fekk tó ikki hjálpt teimum.
Umframt tungu fíggjarligu mótbrekkuna, vóru fylgjurnar fyri onkran, at viðkomandi misti øll rættindi at nýta til dømis bókasavn og teldur á universitetinum.
Onkur annar mátti geva upp og útseta ætlaða lesturin í eina tíð, inntil góðkenningin var komin í hús.
Um tú ivast
Men hvat er so til ráða at taka, um tú framvegis ikki hevur gjørt av, hvat tú ætlar at lesa?
Sambært Stuðulsstovninum er besta ráðið at søkja um góðkenning til allar tær útbúgvingar, tú umhugsar at søkja inn á. Eisini hóast tú ikki veist, um tú sleppur inn.
Um tú til dømis ivast í fimm ymiskum útbúgvingum, so er at senda fimm ymiskar umsóknir um SU-góðkenning til SU kontórið. Og ger tað í góðari tíð, so tú fært svarið áðrenn tú kemur í klemmu í skipanini, eins og fleiri føroyingar gjørdu í fjør.
Áheitanin frá Stuðulsstovninum er tí greið: søkið nú -ongantíð ov skjótt!!
Meiri kunning fæst á:
www.studul.fo
www.ask.fo
www.su.dk