Sum støðan hjá teimum lesandi er í dag, fáa tey lestrarstuðul 11 mánaðir um árið. Órímiligt? Ja, og sera undarligt, haldi eg. Tað eiga vit at broyta.
Tað er sera tungt fíggjarliga at vera lesandi undir verandi skipan. Tað hava lesandi ofta gjørt vart við seinastu árini. Vit eiga at lurta eftir teimum. Men ikki bara lurta!
Í krepputíðum fyri nógvum árum síðan, spardi man 12. stuðulsmánaðin burtur - tað vil siga stuðulin í summarfrítíðarmánaðinum. Men hetta er ongantíð blivið rættað aftur.
Tað eiga vit at gera nakað við. Vit hava brúk fyri at hava nøgd og virkin lesandi í landi okkara. Tey eru okkara framtíð og soleiðis ein íløga í framtíðar samfelagsbúskapin.
Øll hava brúk fyri at hava javnar inntøkur, so man kann svara hvørjum sítt. Eisini tey lesandi! Allar 12 mánaðir í árinum!
Vel Javnaðarflokkin 1. september
Hilbert Elisson – Valevni Javnaðarfloksins