Týdningarmesta tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk – soleiðis ljóðar yvirskriftin hjá visiónsbólkinum, ið hevði útbúgving um hendi, og hetta kann eg bara taka fult undir við.
Grundarlagið undir okkara samfelag í dag er vitan ella know how. Tað er vitanin, ið verður avgerandi fyri, hvussu vit koma at standa okkum millum heimsins tjóðir, og tískil má - og skal ein dygdargóð útbúgvingarskipan vera aðalmálið í okkara samfelag. Kollveltandi samfelagsligar broytingar eru hendar hesi seinastu 10-15 árini, ið stilla størri og øðrvísi krøv til okkara ungdóm. Ì einum áramáli uppá 40 ár hava vit flutt okkum frá einum ídnaðarsamfelag til eitt KTsamfelag yvir í eitt vitanarsamfelag, sum vit hava í dag
Vitanarsamfelagið stillar krøv til okkara útbúgvingarskipan, ikki bara tað fakliga og tøkniliga innihaldið, og eina frálæru, ið kann tryggja hesi tingini- Tað stillar eisini krøv til tann einstaka næmingin og hansara leiklut í skúlanum sum heild – tað stillar krøv um ábyrgd fyri egnari læru.
Hesi seinastu árini eru viðurskifti uttanfyri skúlan farin at fylla alsamt meira, her hugsi eg um frítíðarítrív og arbeiði eftir skúlatíð, sum alsamt hava otað seg meira og meira inn um skúlans gátt. Næmingar ditta sær við hvørt at leypa tann síðsta tíman um, tí tey skulu taka eina vakt á eitt nú Statoil ella í onkrum handli. Tað, sum fyrr varð kallað fyri frítíðararbeiði, er við at gerast til fulltíðararbeiði.
Ongin vil standa aftanfyri nakran annan, og tí ræður um at ogna sær fínar fartelefonir, farteldir, ipods og nýmótans klæðir, og sjálvsagt skal tað eisini vera peningur til yvirs til tey sosialu tiltøkini, næmingarnir annars taka lut í í skúlanum og í vikuskiftunum annars.
Tað eru langt frá øll foreldur, ið hava ráð til hesi materialistisku tingini, sum ein vanligur skúlanæmingur ynskir at ogna sær í dag. Tískil mugu næmingarnir taka eyka arbeiði uppá seg og ofta meira, enn gott er. Um ein næmingur velur arbeiði frá og harvið ikki megnar at fylgja “tí nýggjasta mótanum” kann happing verða ein avleiðing - og tað er ikki nøkur gongd leið.
Umframt arbeiði hava nógvir næmingar eisini frítíðarítriv, hondbolt, fótbólt, fimleik, svimjing o.a.
Vit kunnu seta roknistykkið upp fyri ein vanligan miðnámsskúlanæming: 35 tímar í skúlanum, 12 tímar til arbeiði, 8 tímar til frítíðarítriv = íalt ein arbeiðsvika uppá 55t. Her havi eg ikki tikið tímatalið til heimaarbeiðið við, men vit kunnu hugsa okkum, at orkan ikki er tann stóra til skúlaarbeiðið, tá ið alt annað fyllir so nógv.
Thomas Ziehe
At frítíðararbeiði og frítíðarítriv alsamt fáa størri leiklut, so hevur hetta eisini námsfrøðiligar avleiðingar, tí skúlin verður mátaður eftir frítíðarvanum næminganna. Tað vil siga, at um skúlin ikki tekur beinleiðis støði í hesi gerandismentan hjá næmingunum, gerst hann óáhugaverdur – og tað er óheppið.
Hetta ávarar millum annað kendi námsfrøðingurin Thomas Ziehe um. Hann metir, at gerandismentan næminganna í alt ov stóran mun setir dagsskránna í skúlanum. Kann lærarin ikki geva eina undirvísing, ið onkursvegna sipar til hesa nútímans gerandismentan, er vandi fyri, at næmingurin ikki gerst áhugaður í lærugreinini ella í ringasta falli metir hana vera ótíðarhóskandi. Tá ið Thomas Ziehe tosar um gerandismentan, meinar hann við tað, sum næmingarnir hava áhuga fyri í tí dagliga uttan fyri skúlan.
Tó skal eg leggja aftrat, at tað er sunt, at næmingar hava ítriv uttan fyri skúlan, tí tað heldur teimum í gongd, og ofta er tað so, at hevur tú nokk at gera, so fært tú eisini meira frá hondini, tú gerst betur til at raðfesta tína tíð, netupp tí hon er avmarkað. Men eg fari at ávara ímóti, at arbeiði og ítriv ikki taka yvirhond, tí tá hava vit mist grundarlagið í okkara skúlaskipan á gólvið.
Fígging
Ung lesandi undir 18 ár eiga at fáa lestrarstuðul fyri at avmarka frítíðararbeiði og harvið geva næmingunum ein møguleika og val til at raðfesta skúlan sum tað hægsta. I løtuni ganga 706 næmingar undir 18 ár í miðnámsskúla. Um hesir 706 næmingar fingu ein lestrarstuðul uppá 1200 kr. í 11 mánaðir hevði tað kostað landinum 9,9 mio krónur. Ein møguleiki fyri at fíggja hesa íløgu kundi verið at avtikið barnafrádráttin fyri tey 16 og 17 ára gomlu. Umframt at geva næmingunum størri sjálvsræði og størri peninganøgd netto, hevði tað eisini givið landskassanum eitt yvirskot uppá 14 mio kr, og tá er bæði barnafrádrátturin hjá kommununum og landinum íroknaður. Avlopið kann t.d. nýtast til ein hægri barnafrádrátt til tey smærru børnini.
Sum støðan er í dag fara nógvir næmingar úr 9. og 10. flokki út á arbeiðsmarknaðin istaðin fyri at taka sær eina miðnámsskúlaútbúgving. Ein orsøk kann vera tað fíggjarliga, tí tey ikki hava ráð at taka eina útbúgving her og nú. Um vit skulu røkka málinum um, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnámsskúlaútbúgving, er tað ikki nøkur gongd leið at fara úr skúlaskipanini eftir loknan fólkaskúla, tí vandi er fyri, at nøkur ongantíð koma inn í hana aftur.
Harafturat skal eisini sigast, at eg haldi tað vera óvirðiligt, at næmingar ið taka somu útbúgving, ikki hava somu fíggjarligu umstøður. Ein 1. árs studentur fær ongan pening, men ein 2. og 3. næmingur fær - hetta gevur onga meining. Eg kann nevna, at visiónsbólkurin fyri útbúgving eisini mælir til, at øll hava rætt til útbúgvingarstuðul eftir 10. flokk.
Eg haldi tað vera neyðugt at geva okkara næmingum størri sjálvsræði og møguleika fyri at kunna raðfesta skúlan hægri. Vit eiga og skula gera íløgur í okkara ungdóm.