Útreiðslurnar til lestrarstuðul skulu tálmast. Tað er boðskapurin í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum.
Fyri at tálma útreiðslunum ætlar landsstýrið at umleggja ÚSUN-skipanina, soleiðis at ein partur av studninginum verður lagdur um til lán. Lánið skal rindast aftur, um so er, at tey lesandi, eftir eitt áramál, ikki koma heimaftur at búgva.
Sambært landsstýrinum er ætlanin, at broytti útbúgvingarpolitikkurin skal eggja lesandi uttanlands til at flyta heimaftur eftir loknan lestur.
Í fíggjarkørmunum verða avleiðingarnar av broytingini lýstar soleiðis:
Lesandi, ið lesa uttanfyri Føroyar á útbúgvingarstovnum, har talan er um stórt skúlagjald, verða eggjað at flyta heimaftur.
Broytta skipanin skal koma í gildi á sumri næsta ár. Sparingin í 2014 er, sambært landsstýrinum, ein hálv millión krónur. Í 2015 er sparingin ein millión, í 2016 sparir landskassin tvær milliónir, meðan sparingin síðani verður 2,5 millión krónur.










