Danir, sum taka útbúgving á lærdum háskúlum, hava nógv størri lestrarskuld at dragast við nú enn fyrr.
Eftir fimm árum er talið á akademikarum, sum hava størri lestrarskuld enn 100.000 krónur, vaksið heili 55 prosent.
Jakob Lange hjá SU-ráðnum sigur, at støðan er vorðin sum í áttatiárunum, uttan at nakar hevur givið sær far um tað. Tá noyddist staturin at strika nógva lestrarskuld, og soleiðis verður helst eisini nú.
Tað eru eisini tey, sum hava heilt stóra lestrarskuld at dragast við. Fyri fimm árum síðani vóru tað 200, sum skyldaðu meiri enn 250.000 krónur. Í dag eru tey umleið 700 í tali.










