Lestrarløta í barnahædd í Vágs kirkju

3. sunnudag í advent verður lestrarløta í Vágs Kirkju, har serligur dentur er á, at løtan eisini er í barnahædd.

Til lestrarløtuna er tað deknurin gjøgnum mong ár Elin Jacobsen, ið byrjar og endar, samstundis sum hon hevur fingið Finn Johannessen afturat sær at fortelja søgu og stíla fyri nøkrum jólasangum til børnini.

Umframt at søga og sangir eru til børnini, so kemur Martin Restorff at leiða felagssangin við góðum urgulspæli.

 

 Lestrarløtan í Vágs Kirkju er 3. sunnudag í advent kl. 11.00, og er liðug umleið 11.50.