Freistin at skráseta seg til ókeypis lestrarkort var fríggjadagin 6. september. Tá klokkan var farin av miðnátt, høvdu ikki færri enn 1380 skrásett seg.
- Vit fegnast ómetaliga nógv um, at 1380 hava skrásett seg til ókeypis lestrarkort, tí tað eru 35% av øllum teimum, ið eru undir útbúgving í Føroyum, sigur Hanus Samró, partaeigari av Ó.
- Vit bíløgdu lestrarkortini beinanvegin, men tað hevur tíverri gingið heldur striltið við at fáa lestrarkortini prentaði. Í dag hava vit tó fingið at vita, at lestrarkortini eru prentaði, og verða send til Føroyar fríggjadagin 20. september. Um einki óvæntað hendir, fáa lesandi lestrarkortini í komandi viku.
Ó hevur avtalur við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar v.m., har lesandi fáa avsláttur við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.
- Tað skal sigast, at tað framvegis er møguligt at skráseta seg, men tá skulu lesandi hava í huga, at lestrarkortini ikki koma fyrr enn síðst í november, sigur Hanus Samró, partaeigari av Ó.
Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og Klaksvíkar kommunu.