Fótbóltsbók
»Koyr á HB!« er heitið á nýggju HB-bókini, sum kom á føroyska marknaðin mánadagin, og tó at onkur hevur róð undir, at navnið kundi verið meira hugflogsríkt, so fær tað ikki nortið við, at talan er um eina væl úr hondum greidda bók.
Tað eru nøkur ár síðani, at fyrstu 50 árini hjá HB vórðu fest á blað í bókini, Havnarmenn í Gundadali, og eins og ta ferðina, so er tað aftur ein útvarpsmaður, sum hevur staðið fyri bókini.
Tvørtur um grøvina
Hesaferð er tað Suni Merkistein, ið saman við HB-eldsálini, Marna Mortensen, hevur staðið faddur at bókini, og tó at hann og Arge-maðurin hava hvør sítt skrivingarlag, so ger tað á ongan hátt bókina verri.
Orðakringur, sum hann er, so hevur Suni megna at givið bókini ein sera livandi og lesivinarligan tekst, hóast talan í nógvar mátar er um lutfalsliga turrar kapitlar, sum kronologiskt gjøgnumganga søgu felagsins frá 1954 til í ár. Við hesum verður ikki sagt, at søgan hjá felagnum er turrislig, tí tað er hon als ikki, men tá tíðarskeið verða gjøgnumgingið so kronologiskt korrekt, sum tey verða í bókini, so kann vera skjótt hjá skrivaranum at detta í felluna, har endurtøkur og klichéir verða gerandiskostir. Og teirri felluni hevur Suni hegnisliga driblað seg uttanum. Hartil eru ymsu tíðarskeiðini eisini kryddað við endurgevingum úr ymsum miðlum, eins og fleiri søguligar myndir prýða bókina allan vegin.
Trúgv
Í eini søguligari bók sum hesari, eiga hagtøl sín sjálvsagda part, og tó at tað okkurt árið ikki hevur borið til at finna fram til neyvu hagtølini ? dómararaseðlar hava ikki altíð veið eins vanligir ? so er hesin parturin av bókini tó væl frágingin. Skjótt er at leita fram, hvør hevur spæl nær, eins og dystaryvirlit og stigatalva fyri hvørt árið sær eru fyri hvørt árið. Somuleiðis er yvirlit yvir HB-leikarar, sum hava umboðað HB á fótbóltslandsliðnum.
Somuleiðis er líknandi yvirlit at finna yvir kvinnuligu síðuna av felagnum, eins og ymsir varðar og ymisk fyribrigdi í felagssøguni fáa serstaka umrøðu. Í so máta er bókin ógvuliga trúgv mótvegis søgu felagsins, og tað ger hana eisini til ta leksikon og tann varða, sum ein slík útgáva eigur at vera. At dómarar, stuðlar, málverjar og formenn eisini fáa sín part, ger hana ikki minni verda í so máta.
Dirvið skal til
Nú verða ummæli av eini bók altíð ein subjektiv uppliving, men yvirritaði blaðmaður er í øllum førum av teirri fatan, at tað serliga eru tveir lutir, sum gera bókina kanska meira áhugaverda, enn so nógvar aðrar av líknandi slag.
Eitt er, at tað ár fyri ár verður tikið samanum, hvat meira hendi í felagnum umframt tað, sum besta liðnum var fyri. Tað er beinleiðis stuttligt at sita við bókini og brádliga koma fram á, at manningin á pinkulingaliðnum, sum í 1975 vann FM, taldi framtíðar profilar sum Johannes Ejdesgaard, Kaj Leo Johannesen, Julian Hansen, Bjarna Jacobsen og Kára Reynheim. Umframt sjálvandi hini nøvnini, sum ofta eru á slíkum liðum, og sum lesarin í dag ikki setur í samband við júst fótbólt.
Hitt er, at høvundarnir hava havt dirvið til at pilka nakrar einstaklingar burtur úr mongdini og síðani gjørt stuttar vangamyndir av hesum monnum. Dirvi, tí tað vil altíð vera ein spurningur um, hvørjir leikarar skulu sleppa upp í part í hesum. Mong eru ivaleyst tey, sum eru ósamd í valinum, og helst er eisini onkur fyrrverandi leikari, sum kennir seg forsmáddan, men tað gevur bókini lív og sál, at slíkar subjektivar metingar eisini sleppa upp í part.
Samanum tikið, so er talan sambært yvirritaða um eina bók, sum saman við útgávunin um fyrru hálvu øldina, gevur eina ? um ikki heilt, so nærum ? fullfíggjaða mynd av søguni hjá felagnum. Eitt gott leksikon, sum er sera handugt, tá ivamál um fortíðarinnar hetjur skulu greiðast, og ein enskur samandráttur í endanum ger hana eisini henta, tá tosast skal við fólk uttan fyri okkara landoddar. Um øll so vilja hava eina bók, sum snýr seg um HB, er ein annar spurningur, sum ymisk viðhaldsfólk helst eru ymisk á máli um. Men hjá einum HB-fan er hon eitt »must«.