Lesnaður í Aberdeen

Í samband við, at Alex Kemp og Scott C. Styles eru í Føroyum og halda fyrilestur um oljuvinnu fara teir á føroyamálsdeildini fróðskaparsetrinum týskvøldið hin 29. juni klokkan 19:30 at siga eitt sindur um lesnað við Universitetið í Aberdeen.

Kári á Rógvi

og Teitur Poulsen


Teir báðir Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti, undirvísa á universitetinum í Aberdeen í Skotlandi. Tiltakið týskvøldið verður um lesnað og lestrarviðurskifti í Skotlandi. Nógvir føroyingar hava nú nomið sær kunnleika við skotsk universitet, serliga universitetið í Aberdeen. Útbúgvingin er farin fram bæði sum grundútbúgving, yvirbygningur og gransking. Aberdeen er ein stórbýur nær Føroyum, sum hevur nógvar fyrimunir: enskt mál, hollar royndir innan gransking, góð útbúgvingarstøð og ikki minst er býurin miðstøð fyri bretsku oljuvinnuna.

Fíggjarmálastýrið saman við Atlantic Airways og Strandferðsluni hava stuðlað ferðini hjá teimum báðum oljuserfrøðingunum. Teir steðga nakrar dagar í Føroyum, áðrenn teir aftur halda leiðina til Aberdeen, har alsamt fleiri føroyingar nú nema sær kunnleika ? ikki minst innan ymsar oljuvinnutættir.


Lærdómsmiðdepilin í Norðurskotlandi

Elsti parturin av universitetinum, King?s College, varð stovnsett í 1495. Tað var bispurin í Aberdeen, William Elphinstone, sum tók stig til at fáa útbúgvið fólki í norðara Skotlandi. Sum ein av teimum gomlu lærdu háskúlunum er Aberdeen millum tey best umtóktu granskingarstøðini í Bretlandi. Ikki færri enn fýra granskarar í Aberdeen hava fingið Nobel heiðursløn, ein í kemi, ein í fysikk, ein í medisini og ein, Lord Boyd-Orr, enntá friðarheiðurslønina.

Eitt gott granskingarumhvørvi merkir, at teir bestu innan ymsar fakbólkar tyrpast saman. Harvið fáast tær bestu fakligu umstøðurnar til eina holla undirvísing. Í 1997 vóru 11.000 lesandi við universiteti í Aberdeen. Útlendsk lesandi komu úr 94 ymsum londum.

Flestu útbúgvingar eru skipaðar við grundútbúgving í 3-5 ár, hesar verða oftast nevndar bachelor útbúgvingar. Síðani ber til at taka styttri yvirbygning, oftast eitt ár. Í Skotlandi er ikki vanligt at taka grundútbúgving og yvirbygningin á sama lærustovni. Tessvegna koma flestu lesandi á yvirbygningunum, nevndar master útbúgvingar, frá øðrum lestrarstovnum í Skotlandi ella úr útlondum. Eisini er møguligt at granska og taka PhD ella aðrar granskingarútbúgvingar. Hesar eru sum oftast trý ár til longdar.


ÚSUN og Aberdeen

Lesandi føroyingar í Aberdeen eins og aðrarstaðni uttanfyri norðurlond hava møguleika at fáa skúlagjaldið goldið ígjøgnum ÚSUN skipanina. Allir hægri skúlar í Bretlandi krevja gjald frá teimum lesandi og kann hetta vera millum 5.000 krónur og 70.000 krónur, alt eftir hvat skeið talan er um, og hvør tann lesandi er. ÚSUN letur upp til 60.000 krónur fyri skúlagjald, so í flestu førum skula næmingarnir einki gjalda sjálvir. Harumframt verður sjálvandi eisini ískoytisstuðul frá SU latin. Ein føroyingur við reyðum passið skal sum EU-borgari einans gjalda tað sama sum skotar sjálvir gjalda, og er hetta oftast munandi bíligari enn gjaldið fyri ikki-EU-borgarar. Hartil ber til at fáa sama danska SU, sum fæst til lesnað í Danmark.


Tey, sum áhugaði eru fyri lesnaði ella gransking í Aberdeen kunnu leita sær út á føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum týskvøldið 29. juni, har greitt verður frá universitetinum í Aberdeen og stuðulsmøguleikunum hjá ÚSUN.